| Kropsfokuseraða terapi:Frígerandi Anding og Frígerandi Dansur
Vit nýta mest kognitiva terapi í okkara viðgerðum. Hetta, tí at fleiri altjóða kanningar greitt vísa at tílík terapi er tann sum gevur best úrslit hjá misbrúkarum. Tó er eisini orsøk at nýta aðrar hættir í serligum førum. Vit hugsa her um terapiformar sum miða ímóti at økja kensluupplivilsi hjá klientinum. Her er serliga talan um fólk sum eru “ov nógv í sínum tonkum” og hava ov lítið samband við sínar kenslur. Tey hava ovurtamarhald á kenslunum. Ein annar bólkur sum hevur nyttu av tílíkari terapi eru fólk sum eru merkt av kensluligum trauma. Tað eru ofta fólk sum hava verið útsett fyri skelkandi hendingar, ofta á ungum árum, og sum hava “lagt lok á” kenslurnar í hesum traumatiska sambandið. Vit brúka serliga Frígerandi Anding og Frígerandi Dans. Eg havi útbúgving og prógv frá Wäxthuset (svenskur útbúgvingar-stovnur) sum pedagogur í hesum terapium. |
||||