|
Ambulanta viðgerð fyri rúsevnistrupuleikar Okkara ambulanta viðgerð er vanliga ein 6 vikurs viðgerð + eftirviðgerð í eitt ár. Viðgerðin er frá 8 – 12 allar yrkadagar í 6 vikur og so 1-1½ tíma, eitt kvøld pr. viku, í eitt ár. Viðgerðartíðin kann sjálvandi leingjast um tørvur er á tí. Klienturin býr heima og kann vera til arbeiðis ella gera annað meiningsfult (t.d. vera hjá sínum børnum) restina av degnum. Vit hava tvey kømur sum vit kunnu leiga út til klientar av bygd um brúk er fyri tí; hesir klientar eru tó framvegis í ambulantari viðgerð og hetta má ikki fatast sum stovnsviðgerð við øllum sum hoyrir tí til (náttarvakt, kostveiting o.a). Nógvir fyrimunir eru við ambulantari viðgerð fyri teir klientar sum klára henda viðgerðarform:
Vit grunda okkara ambulantu viðgerð á at alkoholisma og annað rúsevnisbundni eru sjúkur, so sum hetta verður lýst í ICD 10, diagnosuskipanini hjá WHO og í DSM 4, diagnosuskipanini hjá APA (American Psychiatric Association. Tann lekingarskrá sum vit arbeiða eftir, grundar seg á Tey Tólv Stigini hjá Anonymum Alkoholikarum, kognitiva terapi og Relapse Prevention Terapi. Hetta seianasta merkir at vit læra okkara klientar at betri skilja teirra veiku síður viðvíkjandi afturstigi (til misbrúk) og at læra tey at handfara veiku síðurnar betri. Onnur lyklaorð um ambulantu viðgerðina eru: smáir bólkar (ikki yvir 8 fólk í hvørjum bólki); holistiska menniskjufatan; individuellar viðgerðarætlanir og virðing frá báðum síðum. Alkoholisma og annað rúsevnisbundni er, eftir okkara fatan, BioPsykuSosialar sjúkur. Við øðrum orðum sjúkur sum raka allar síðurnar hjá einum persóni. Klienturin fær sjúkueyðkenni bæði likamsliga, sinnisliga, kensluliga, sosialt, familjuliga og andaligt. Tað er tí sera umráðandi at viðgerðin vendir seg til allar síðurnar hjá persóninum og vit royna at stimbra lekingartilgongdini í øllum spektrinum. Hóast øll sum hava hesar sjúkur hava nógv sum líkist,- so nógv, at til ber at hava klientarnar í bólkaviðgerð,- so er eisini nógv sum er individuelt. Tí gera vit inidividuellar viðgerðarætlanir fyri hvønn persónin sær, og tí hava vit regluliga einstaklingasamrøður við hvønn klient sær, fyri at fylgja upp júst teirra viðgerðarætlan, og eisini fyri at hava eitt høvi at viðgerða ymiskt av meira privatum karakteri. Tað er eitt krav at klienturin gongur á AA fundir (ella líknandi) regluliga í allari viðgerðatíðini (min. 13½ mánað). Vit útskriva klientin um viðkomandi ikki uppfyllir hetta kravið. Hetta kravið grundar seg á okkara fatan at alkoholisma er ein kronisk sjúka og tað tí er altumráðandi at persónurin hevur eitt munagott amboð hann kann brúka alt lívið. Hetta verður ofta samanborið við støðuna hjá diabetessjúklinginum: hann má eisini skilja at hann má taka insulin regluliga alt lívið eftirsum hansara sjúka er kronisk og ólekilig. | ||||